Kom og les Bíbliuna saman við okkum

Bíblian er ein orduliga gomul bók og hon er full av spennandi søgum og øllum møguligum, sum bæði børn og vaksin kunnu læra nakað av.

Og so er hon eisini Guds orð.

Vit eita Arni og Lý og hetta er eitt podcast, har vit lesa Bíbliuna. Arni er pápin og Lý er dótturin. Arni hevur lisið Bíbliuna nógv og hevur gingið í skúla fyri at læra meir um hana. Lý hevur altíð góðar tankar og spurningar um tað, sum stendur í Bíbliuni.

Endamálið við podcastinum Lý og Arni lesa Bíbliuna er at hjálpa børnum og vaksnum í Føroyum at lesa Bíbliuna saman. Man kann koyra tað frá um kvøldi áðrenn songartíð. Ella tá ið tit koyra bil. Ella sunnudag ella onkran annan dag, tá ið tit hava eina góða løtu saman at tosa um Gud og Bíbliuna. Tað er gott at lesa í Bíbliuni. At lesa í Bíbliuni ger, so vit koma at kenna Gud betri og blíva betri við hann. Og tá ið vit koma at kenna Gud betri og vit blíva betri við hann, so blíva vit eisini betri við hvønn annan, bæði børn og vaksin.